vitin_300x200pxUm Kristinu:

Fødd 26.06.1975.

Foreldur: John P. Danielsen úr Klaksvík og Anna Helena Danielsen (fødd Zachariasen) úr Tórshavn.

Maður: Ronnie Háfoss.

Børn: Hildur (f. 2001), Hákun (f. 2004), Erlendur (f. 2006) og Halla (f. 2009).

Útbúgvingar: Búskaparfrøði (cand.polit í 2003), Løgfrøði (cand.jur í 2002) og Leiðsla (CBA í 2005).

Ættarbond:

Til tykkum, ið eru áhugað í ættarbondum, so eru hettar mínar ommur og langommur, og mínir abbar og langabbar.

Í móðurætt:
Omma mín var Nina (Kristina) Zachariasen (fødd Hentze) av Sandi. Hon var dóttur Mikkjal Hentze undir Skarði av Sandi, og Anna Hentze (fødd Olsen) úr Koytu av Sandi.

Abbi mín var Louis Zachariasen av Kirkju. Hann var sonur Símun Michael Zachariasen av Kirkju, Fugloy, og Malena Frederikka Zachariasen (fødd Simonsen) úr Hattarvík, Fugloy.

Í faðirætt:
Omma mín var Kirstin Danielsen (fødd Mikkelsen) úr Klaksvík. Hon var dóttur Anna Margretha Mikkelsen (fødd Matras) úr Uppistovu á Norðoyri, og Mikkjal Petur Mikkelsen úr Barbustovu í Syðrugøtu.

Abbi mín var Johannes Danielsen frá Válinum. Hann var sonur Elisa (nevnd Lisa) Joensen úr Skopun (dóttur Skemmu-Jógvan av Sandi og Bina úr Skopun), og Jóannes (Samma-Jóannes) Danielsen úr Kollafirði.

Politikkur:

Ár 2011- í dag: Løgtingskvinna fyri Tjóðveldi. Næstforkvinna í Fíggjarnevnd Løgtingsins. Næstforkvinna í § 19 nevnd, ið varð sett at gera frágreiðing um grunnaeftirlit og Eik grunnin. Næstforkvinna í § 25 nevnd, ið varð sett at endurskoða samsýning og eftirløn hjá landsstýrisfólkum. Nevndarlimur í Starvsnevnd Tjóðveldis vegna tingmanningina.

2008: Landsstýriskvinna í útbúgvingar-, granskingar- og mentamálum.

2004-2007: Á Løgtingi av og á sum varaumboð á Løgtingi fyri Tjóðveldi. Nevndarlimur í Starvsnevnd Tjóðveldis 2004-2005.

2002-2004: Løgtingskvinna fyri Tjóðveldi. Nevndarlimur í Fíggjarnevnd Løgtingsins. Nevndarlimur í Grundlógarnevndini. Forkvinna í Lokalnevndini.

2001-2002: Næstforkvinna í Suðurstreymoyar Tjóðveldisfelag. Unga Tjóðveldið.

Yrki:

2011- í dag: Ráðgevi – Tryggingarfelagið Føroyar.

2007-2011: Deildarstjóri – Tryggingarfelagnum Føroyum, Betri pensjón og TF Holding.

2006: Prosjektleiðari og ráðgevi – Føroya Banki.

2004-2005: Búskaparfrøðingur – Landsbanki Føroya.

Onnur álitisstørv:

2011-2013: Nevndarlimur í P/F TF íløgur og nevndarlimur í P/F TF ognir.

2011: Nevndarlimur í P/F Smyril Line.

2008-2011: Umsjónarráðslimur í Landsbanka Føroya.

2005-2006: Forkvinna í Búskapar- og Løgfrøðingafelag Føroya (BLF).

1998-2000: Ráðslimur og forkvinna í Meginfelag Føroyskra Studenta.