Frá ríkisfundi til samstarvsfund millum javnbjóðis lond

So var árligi ríkisfundurin aftur á skránni. Hesuferð í Føroyum. Hesin átti heldur verið ein samstarvsfundur millum javnbjóðis lond, men so er ikki í dag. Heldur enn at virka fyri hesum, so boðar føroyski stjórnarleiðarin frá, at heitt verður á donsku stjórnina um at hækka blokkin til føroyingar við 100 mió. kr. Samstundis hava boðini frá grønlendska stjórnarleiðaranum til donsku stjórnina verið beint øvugt og sera greið.

Grønland ynskir búskaparligt og politiskt sjálvbjargni
Grønlendska stjórnin virkar fyri, at Grønland gerst fíggjarliga sjálvbjargið, óheft av donskum blokki, og at landið gerst sjálvstøðugt land. Hvat er meira natúrligt enn at vilja hetta ? Soleiðis spurdi grønlendski stjórnarleiðarin herfyri. Fyri at røkka hesum krevst ein tilgongd yvir eitt áramál, og krevur stjórnin at eisini danska stjórnin viðvirkar at fáa hetta at eydnast.

Danmark ynskir at varðveita valdið
Danska stjórnin hevur sjálvandi síni áhugamál at røkja, og vil gera tað hon kann fyri at varðveita valdið yvir Grønlandi og Føroyum. Ríkisfundirnir eru liðir í hesum.
Hvørki Grønland ella Føroyar skulu tí vænta, at danska stjórnin fer at viðvirka til, at vit gerast sjálvstøðug lond. Tað kom eisini týðiliga til sjóndar undir fullveldissamráðingunum hjá fullveldissamgonguni.

Ynskja vit, at í Føroyum skulu føroyingar ráða, so er hetta sjálvandi nakað vit mugu vilja og virka fyri – hetta er ikki nakað, ið onnur fara at gera fyri okkum.

Føroyar ynskja – umvegis samgonguna – 100 mió. kr. í blokkhækking ?!
Men eitt er, at samgongan ikki vil størri sjálvbjargni, nakað heilt annað er, at velja at bakka aftur í tíð. At velja at gerast enn meira heft av danska blokkinum, og at velja at biðja donsku stjórnina um at hækka blokkin við 100 mió. kr. fram til 2020. Hetta er tað landsstýrið og samgongan virka fyri í hesum døgum. Og hetta er, eftir mínum tykki, ein sera ódámlig støða fyri føroyingar.
Roynt verður enntá at fremja blokkhækking, ikki bert hetta valskeiðið (ið endar í seinasta lagi í 2015), men eisini inn í komandi 2 valskeið. Og samgongan hevur enntá roynt at fingið donsku stjórnina at hækka ríkisveitingina við 200 mió. kr. Danska stjórnin segði nei.
Hugsið tykkum hvat hetta sigur umheiminum um okkum ? Hugsið tykkum hvat fyri signal samgongan og landsstýrið senda um okkum øll í hesum døgum ?

Samgongan á ósjálvbjargniskós
Tíverri er hetta bert eitt av fleiri átøkum, ið samgongan hevur framt fyri at gera okkum minni sjálvbjargin. Tí bert síðan henda samgongan hevur tikið við, hevur hon megnað at:

Hækka ríksiveitingina í fleiri umførum.
Avtikið Landsbanka Føroya
Tømt Búskapargrunn Føroya
Brúkt framtíðar pensjónsskattainntøkur
Økt ójavnan millum fólkið í Føroyum

Eitt tað mest skaðiliga av øllum, ið framt er, er, at førdi politikkurin hevur niðurlagað álitið á politisku skipanina og á landsins leiðslu. Hetta er aftur við til at undirgrava ferðina fram móti einum Føroyum sum sjálvbjargið og sjálvstøðugt land.

Henda gongdin má og skal vendast. Ongantíð ov skjótt.

Vit vilja á sjálvbjargniskós
Tað vit kunnu gleðast um er, at tá nýggj stjórn tekur við, er eisini skjótt at broyta verandi støðu. Hetta um vit fáa eina leiðslu í landinum, ið vil eina heilt aðra leið enn verandi samgonga, og um vit fáa eina leiðslu, ið megnar at seta stór og bjørt mál fyri land og fólk.
Fleiri ítøkilig stig skulu takast, fyri at fáa Føroyar aftur á sjálvbjargniskós. Millum hesi eru:

Ábyrgdarfullur búskapar- og fíggjarpolitikkur

Fiskivinnunýskipan
Landsbanki Føroya endurstovnaður
Føroya grundlóg setast í verk
Skiftisskipan har fíggjarlóg landsins gerst óheft av blokkinum yvir styttri áramál
Fólkaatkvøða um at skipa Føroyar sum sjálvstøðugt land

Hesi átøk vilja – saman við virknum og málrættaðum vinnupolitikki, framskygdum útbúgvingar- og mentanarpolitikki, umframt politikki, ið tryggjar, at okkara vælferðarsamfelag leggur lunnar undir einum góðum lívi fyri alt fólkið – gera, at Føroyar gerast eitt enn betri land at liva og virka í.

Hetta er politikkur, ið fær øll við.
Politikkur, ið tryggjar, at fólkið trívist og vinnan blómar.
Politikkur, ið fær Føroyar aftur á sjálvbjargniskós.

Hesum virka vit í Tjóðveldi fyri.

Kristina Háfoss
Løgtingskvinna fyri Tjóðveldi