Tú og E á Fólkatingi…

Kristina_uttanfyri_tinghúsið

Tú kanst avgera, hvørji umboð skulu røkja føroysk áhugamál á Fólkatingi. Hvør einasta atkvøða er avgerandi. Bjóði meg fram at umboða teg á Fólkatingi vegna Tjóðveldi (listi E).
Við okkum veitst tú hvat tú fært. Hesi eru míni og okkara lyfti, um tú og E fara á Fólkating:

1. Føroyingar røkja best føroysk áhugamál
Sjálvandi røkja føroyingar best áhugamál føroyinga. Hóast hetta so lata føroyingar í dag stóran part av lóggávu Føroya til danska Fólkatingið at taka støðu til. Uttanríkismál, verjumál, útlendingamál, dómstólar og løgregla eru millum málini, ið enn eru á donskum hondum. Vit gera tað vit kunnu fyri at fáa avgerðarrættin fult og heilt úr Fólkatinginum og heim til Løgtingið og føroyingar. Avgerðin um hetta skal tó sjálvandi takast á Løgtingi, men á Fólkatingi skal fólkatingsumboðið støðugt vera á varðhaldi fyri, at avgerðarrætturin hjá føroyingum ikki minkar, og at øll mál, ið hava týdning fyri Føroyar verða avgjørd av Løgtinginum.

2. Ikki slúsast inn í ES umvegis danska bakdyr
Danmark flytir alsamt størri part av avgerðarrætti sínum til ES, og fer eisini komandi árini at flyta alsamt meira vald og fleiri avgerðir til ES innan øki, ið hava týdning fyri okkum. Tí verða eisini vit í alsamt størri mun innslúsað í ES umvegis danska bakdyr. Hetta skal steðgast. Vit skulu sjálvandi tryggja, at ongin lóggáva, ES-regla ella uttanríkispolitisk avgerð verður sett í gildi í Føroyum uttan at føroyingar hava samtykt hetta.

3. Føroyar eru ikki til sølu
Føroyar eru millum ríkastu lond í heiminum. Pr. íbúgva helst tað ríkasta – um vit bert gagnnýttu okkara tilfeingi til fulnar. Fólkatingssessurin skal ikki nýtast til, at fáa so nógvar danskar kekkar sum møguligt heim til Føroya, ella til hækking av blokkinum. Hetta er óvirðiligt, óneyðugt og setir Føroyar í ringt ljós. Vit skulu sjálvandi heldur virka fyri, at vit í Føroyum til fulnar gagnnýta alt okkara stóra tilfeingi, og fremja ein fíggjar- og búskaparpolitikk, ið skapar ein sjálvbjargnan føroyskan búskap.

4. Fullan limaskap í altjóða samfelagnum
Ómetaliga stórir ótroyttir møguleikar liggja og bíða eftir okkum – eitt nú við føroyskum limaskapi í EFTA (fríhandilssáttmálar við 35 lond og fría atgongd til ES-marknaðin), WTO, Arktiska Ráðnum, ST, Olympiska felagsskapinum IOC, Eurovision o.s.fr. Alt hetta eru møguleikar og dyr, ið latast upp, tá vit fáa fullan og sjálvstøðugan limaskap í altjóða samfelagnum. Til hetta gerst veruleiki, skulu vit gera alt fyri, at vinna Føroyum so stór rættindi og so nógvar møguleikar í altjóða samfelagnum, sum møguligt – bæði í Føroyum og á Fólkatingi.

5. Tjóðskaparrødd – ikki sambands-ES-røddir
Í dag eru føroyingar umboðaðir av tveimum umboðum, ið bæði eru ímóti at skipa Føroyar sum sjálvstøðugt land, og bæði eru fyri føroyskum ES-limaskapi. Hetta umboðar ikki føroyingar sum heild, og er ikki til gagns fyri Føroyar. Neyðugt er við føroyskari tjóðskaparrødd á Fólkatingi.

Men skal hetta eydnast er neyðugt við tínum stuðli.

Kom tú og E á Fólkating – til fyrimuns fyri føroyingar, føroyskt vinnulív og allar Føroyar.

Kristina Háfoss
Valevni til Fólkatingið og løgtingskvinna fyri Tjóðveldi