Føroyar eru ikki til sølu

Kristina

Føroyar eru millum ríkastu lond í heiminum. Pr. íbúgva helst tað ríkasta – um vit bert gagnnýttu okkara tilfeingi til fulnar. Fólkatingssessurin skal als ikki nýtast til, at fáa so nógvar danskar kekkar til Føroya sum møguligt, og heldur ikki til hækking av blokkinum. Hetta er óvirðiligt, óneyðugt og setir Føroyar í ringt ljós – Føroyar eru ikki til sølu. Vit skulu sjálvandi heldur virka fyri, at vit í Føroyum til fulnar gagnnýta alt okkara stóra tilfeingi, og fremja ein fíggjar- og búskaparpolitikk, ið skapar ein sjálvbjargnan føroyskan búskap. Og tað ber sjálvandi væl til.

Helst ríkasta landið í heiminum
Vit eru millum allar ríkastu lond í heiminum. Bara fiskiríkidømið er so stórt, at talan um eini 10-12 tons árliga fyri hvørt einasta fólk í Føroyum. Hetta er upp í 1.000 kilo fyri hvørt fólk um mánaðin. Hartil kemur alilaksurin og alt annað tilfeingi okkara – ikki minst fólk við stórari vitan.
Síðan 1998 er framleiðsla okkara, BTÚ, eisini farin úr 7,4 mia. kr. upp í 15,7 mia. kr. Ein vøkstur á 8,3 mia. kr. (leypandi prísir). Okkara BTÚ var í 2014 komin upp á heilar 314.000 kr. pr. íbúgva. Hetta er eitt nú meira enn Ísland, sum í 2014 lá á 294.000 kr. pr. íbúgva.

Smátt er gott
Okkara stóra ríkidømi er enntá veruleiki uttan, at vit hava gagnnýtt okkara menningarmøguleikar. Og vit hava ovstórar menningarmøguleikar. Eitt nú fyri nýskipanum av okkara fiskivinnu, miðfyrisiting, almannaverki, heilsuverki, skúlaverki o.s.fr.
Hartil eru vit í alt ov lítlan mun byrjað at gagnnýta, at “smátt er gott”.
Vit eiga og skulu vísa í verki, at vit kunnu ganga á odda tá umræður støðugt at skipa eitt vælferðarsamfelag soleiðis, at sum mest og best vælferð fæst fyri hvørja krónu.
Um vit við 49.000 fólkum ikki kunnu skjótt og lætt gera tillagingar, og skipa samfelagið fyrimyndarliga – hvør skal so?

Ríkar vinnuligar menningarmøguleikar
Vinnuliga liggja eisini ovurstórir møguleikar fyri menning. Bara størri virðisøking innan fiskivinnuna – saman við fleiri og betri handilssáttmálum (eitt nú gevur EFTA-limaskapur fríhandilssáttmálar við 35 lond og atgongd til ES-marknaðin) – kann geva nýggj milliardavirðir. Hartil liggur stórur menningarmøguleiki í ferðavinnuni, ið kann gerast ein nýggj høvuðsvinna, ið skapar spennandi arbeiðspláss kring allar Føroyar. Í Íslandi hevur ferðavinnan enntá yvirhálað fiskivinnuna. Eisini hava vit møguleikar viðvíkjandi øllum, ið hevur við aling – eitt nú á opnum havi og tá umræður tara – at gera.
Umframt hetta er Føroyar sum undangonguland innan vælferðarskipanir, maritimar útbúgvingar, og talgilding av samfelagnum, eru upplagd mál at seta sær. So tað er bara at koma í gongd.

Bjartar vónir fyri land og fólk
Havi bjartar vónir um framtíðarútlitini hjá okkara lítla – og tó stóra – ríka landi og fólki her í Norðuratlantshavi. Vit hava allar fyritreytir fyri, at gerast undangonguland og skapa besta samfelagið – bæði nú og fyri komandi ættarlið.
Krevur bert eina stjórn, sum vil og megnar at fremja ein framskygdan politikk, ið røkkur inn í framtíðina – til fyrimuns fyri fólkið, vinnuna og samfelagið alt.
Krevur eisini fólkatingsumboð, ið til fulnar virka fyri føroyskum áhugamálum, og virka fyri, at Føroyar fáa fulla og javnbjóðis atgongd til allan heim – IKKI fólkatingsumboð, hvørs fremsta mál er, at fasthalda verandi støðu, ella at fáa so nógvar danskar kekkar, og so stóra hækking av blokkinum sum møguligt. Hetta er óvirðiligt, óneyðugt og setir Føroyar í ringt ljós.
Føroyar eru ikki til sølu.

Kristina Háfoss
Valevni til Fólkatingið og løgtingskvinna fyri Tjóðveldi