Føroyska málið má og skal uppraðfestast

Screen Shot 2015-08-17 at 11.55.58 PM

Tað er eitt bragd at vit hava okkara egna mál her í Føroyum. Kring allan heim eru hópurin av málum horvin, men okkara er varðveitt og ment, hóast sera trupul kor søguliga. Men ikki bert søguliga, tí okkara føroyska mál hevur eisini stórar avbjóðingar í hesum døgum. Nýggju miðlarnir og atgongdin til vitan og undirhald umvegis alnót, sjónvarpsrásir, spøl v.m. geva ríkar møguleikar. Hetta ger, at vit læra onnur mál enn betri, og tað er bæði gott og neyðugt. Men hetta gevur samstundis okkara máli stórar avbjóðingar. Serliga tí, at vit ikki hava megnað at raðfesta møguleikan at nýta føroyska málið í teimum miðlum har vit og okkara ungu ferðast í dag.

Nakrar sólskinssøgur eru, ið hava styrkt okkara mál. Eitt nú føroysk útgáva av Facebook og teldutøku orðabøkurnar. Hesi eru týðandi framstig og skulu vit hava meira av hesum.

Føroyskt tilfar og føroyska málið í øllum miðlum skulu raðfestast

Neyðugt er at seta munandi meira orku av til, at menna og styrkja føroyska málið. Enn eru amboð ikki tøk hjá almenninginum, ið lætt og skjótt kunnu umseta alt talgilt tilfar fyri okkum, men tílík amboð verða uttan iva tøk í nærmastu framtíð.

Í dag eru tó nógv ítøkilig átøk, ið vit kunnu fremja fyri at geva okkara máli betri umstøður – eitt nú hesi:

    • Seta í verk greiðan málpolitikk, ið hevur ítøkilig mál fyri støðuga menning av føroyska málinum.
    • Alt barna- og ungdómstilfar, ið Kringvarp Føroya framleiðir skal kunna takast niður av heimasíðuni, og um talan er um umsett útlendskt tilfar skal virkast fyri at fáa í lag neyðugu avtalurnar um upphavsrætt.
    • Munandi meira orka skal nýtast í Kringvarpi Føroya til framleiðslu av nýggjum tilfari og umseting av tilfari til børn og ung.
    • Møguleiki skal eisini vera fyri, at velja føroyska málið í best umtóktu altjóða barna- og ungdómsfilmunum.
    • Tá samskift verður umvegis fartelefon, spøl og teldu o.l. skal samstarvsavtala gerast við størstu framleiðararnar av filmum, spølum og forritum, so eisini føroyskt kann veljast.
    • Umsetingaramboð (t.d. translate.google.com), ið kann umseta allar heimasíður v.m. til alskyns mál, skal eisini fevna um føroyska málið og skal kunna umseta alt til føroyskt.
    • Talgildu orðabøkur okkara skulu støðugt mennast
    • Økt framleiðsla av nýggjum føroyskum undirvísingartilfari bæði í pappírsútgávu og teldutøkari útgávu.
    • Munandi meira skal setast av til stuðul til listafólk, ið velja at skriva føroyskar bókmentir, framleiða føroyskar filmar v.m., so vit eitt nú kunnu fáa væl fleiri nýggjar føroyskar barna- og ungdómsbøkur, filmar og skaldsøgur.


Ábyrgdin av føroyska málinum er okkara

Føroyska málið er alt annað enn ein sjálvfylgja. Og tað eru vit sum búgva í Føroyum, ið hava ábyrgdina av, at taka okkum væl av okkara føroyska máli. Ongin annar ger tað fyri okkum, so tað er bara at fara til verka.  Og tað fara vit beinanvegin, um vit fáa møguleikan eftir valið – og skulu vit fáa henda møguleikan, er neyðugt við tínum áliti á valinum 1. september.

Kristina Háfoss
Løgtingsvalevni hjá Tjóðveldi