Skulu verja starvsfólk, ið rópa varskó

IMG_1410

Hví vilja samgonguflokkarnir ikki, at starvsfólk skulu kunna kenna seg trygg við at varskógva? Hví vil landsstýrið, at bankar skulu hava varskógvaraskipan, men ikki almenn arbeiðspláss? Og hví velur samgongan – eisini í hesum máli – at vera eftirbátur, heldur enn undangonguland?

Ber til at finna bara eina haldgóða grundgeving fyri, hví vit ikki skulu hava eina varskógvaraskipan fyri starvsfólk í almennum starvi?

Varskógvaraskipan neyðug

Søga okkara vísir tíverri, at persónligu avleiðingarnar kunnu gerast ógvusligar, um starvsfólk velur at varskógva alment um óreglusemi ella viðurskifti, ið eru ólóglig. Hetta vísti dømið hjá Strandfaraskip Landsins herfyri ómetaliga væl.

Har varð tað fíggjarleiðarin – tann, ið varskógvaði – sum misti starvið, hóast tað kanska var landsstýrismaðurin í vinnumálum, sum í veruleikanum átti at mist starvið. Tí sjálvt Løgtingsgrannskoðararnir staðfestu, at landsstýrismaðurin ikki hevði fylgt lógini. Hetta var júst tað, ið tann, ið varskógvaði hevði gjørt vart við.

Men kortini vil samgongan ikki tryggja við lóg, at til dømis fíggjarleiðaran á Strandferðsluni kann siga okkum frá, um okkurt ólógligt fer fram, uttan at hetta skal fáa stórar persónligar avleiðingar?

Verandi støða ger, at nógv starvsfólk uttan iva frávelja at varskógva um óreglusemi í framtíðini. Tað er natúrliga avleiðingin, um vit ikki skipa eina veruliga varskógvaraskipan, ið bæði tryggjar at óreglusemi kann verða fráboðað dulnevnt, og við lóg verjir tann, ið fráboðar óreglusemið.

Hví fær peningur størri trygd enn menniskju?

Men tað eru ikki innan øll samfelagsøki, at samgongan ikki ynskir varskógvan. Tí fyri stuttum legði landsstýrið eitt uppskot til lógarbroyting fyri føroysku bankarnar, har hesir verða álagdir við lóg at hava varskógvaraskipan. Eina skipan, har bankastarvsfólk dulnevnt skulu kunnu fráboða um óreglusemi. Men hetta er eftir øllum at døma ikki ein møguleiki, ið samgongan og landsstýrið ynskja at geva starvsfólkum í almenna geiranum, ið røkja týðandi uppgávur vegna alt Føroya fólk – herundir nógvar uppgávur, ið hava við umsorgan, menning og røkt av menniskjum at gera.
Hví skulu alment sett starvsfólk ikki hava sama møguleika?
Er hetta enn eitt dømi um, at peningur fær størri trygd og rættindi enn menniskju?

Fráboðanarskylda og varskógvararættindi mugu fylgjast

Samstundis vita vit, at tað er ein skylda hjá nógvum almennum starvsfólkum at boða frá, um óreglusemi fer fram. Men hesi somu starvsfólk eru ikki tryggjað neyðug rættindi í lóg, og hava ikki atgongd til eina varskógvaraskipan, ið kann verja tey. Hetta er ikki nøktandi. Á ein hátt er manglandi varskógvaraskipanin eitt hol í okkara rættarsamfelagi.

Hartil er greitt, at tað eru nógv ymisk – og til tíðir mótstríðandi – lóggáva og atlit knýtt at varskógvan. Eitt nú talufrælsið, tagnarskylda, fólkaræðið, loyalitetur mótvegis arbeiðsgevara, og somuleiðis loyalitetur mótvegis samfelagnum við at tryggja, at ólógligt virksemi ikki fer fram ótarnað. Starvsfólk vilja tí ofta koma í eina tvístøðu. Hetta ger tað enn meira neyðugt at seta í verk eina væl skipaða varskógvaraskipan, so starvsfólk ikki ivast í, hvørji rættindi og møguleikar tey hava, tá umræður at gera vart við óreglusemi.

Føroyar eru eftirbátur í mun til onnur lond

Tað er ikki uttan orsøk, at vit síggja, at uttanlands seta alsamt fleiri fyritøkur, stovnar, kommunur v.m. í verk varskógvaraskipanir. Eisini eru fleiri lond – eitt nú Noreg – ið hava sett í verk varskógvaraskipan fyri starvsfólk, ið starvast í almenna geiranum.

Hyggja vit at Danmark, so er talið av varskógvaraskipanum vaksið í stórum. Fleiri kommunur hava hvør í sínum lagi sett í verk skipanir, eins og nógvar fyritøkur og stovnar. Í dag eru sostatt fleiri hundrað fyritøkur, kommunur og feløg v.m., ið hava sett á stovn varskógvaraskipanir til starvsfólk.

Føroyar sum undangonguland
Føroyar kundu – um Løgtingið samtykti uppskotið um varskógvaraskipan frá Tjóðveldi – verið undangonguland á hesum øki. Hetta við at land og kommunur í felag skipaðu eina varskógvaraskipan fyri øll starvsfólk bæði hjá landi og kommunum.  
Men samgongan valdi at fella hetta málið. Kann bara undrast. Tí hví vil samgongan ikki, at starvsfólk skulu kunna kenna seg trygg við at varskógva? Og hví  velja samgonguflokkarnir – eisini í hesum máli – at vera eftirbátur, heldur enn undangonguland?

Hetta fara vit at broyta um vit fáa møguleikan eftir valið – og skulu vit fáa henda møguleikan, er neyðugt við tínum áliti á valinum 1. september.

Kristina Háfoss
Løgtingsvalevni fyri Tjóðveldi