Minnist tú alarmerandi avrikslistan?

Í-Tinganesi-2011

Valið 1. september verður eitt tað mest avgerandi nakrantíð. Tí valið stendur í stóran mun millum at halda áfram við verandi samgongu, ið hevur framt ein tann mest sambandssinnaða og ósosiala politikkin nakrantíð – ella eina nýggja og savnandi kós fyri land og fólk.

Listin yvir alarmerandi átøkini hjá hesi samgonguni – millum Fólkaflokkin, Sambandsflokkin og Miðflokkin – er langur. Millum mongu málini eru hesi.

Helst mest sambandssinnaði politikkur nakrantíð:

  • Hækkað ríkisveitingina.
  • Avtikið Landsbanka Føroya.
  • Tømt Búskapargrunn Føroya.

Helst mest ósosiali politikkur nakrantíð:

  • Søguliga stóra pensjónsskattahækking upp í 40% frá fyrstu krónu, hevur rakt láglønt serliga hart.
  • Undirgravað framtíðar vælferðarsamfelagið við at brúka framtíðar pensjónsskatt í dag.
  • Økt ójavnan munandi við at lata flatskattalætta upp í 7000 kr. um mánaðin til hálønt, men pensjónsskattarokning til láglønt.

Økt skuld við omanfyri 1 mia. kr. og brúkt 1 mia. av framtíðar pensjónsskattainntøkum:

  • Undirgravað fíggjarliga haldførið hjá landskassanum.
  • Økt landsins skuld við omanfyri 1 mia. kr.
  • Brúkt 1 mia. kr. av framtíðar pensjónsskatti umvegis forskatting.

Undirgravað álitið á landsins leiðslu:

  • CIP Skálafjarðatunnilsmálið, ið mundi kostað samfelagnum eina eyka milliardaútreiðslu.
  • Avlurtingarpakkin partvíst settur í verk.
  • Misálitsvekjandi framferð í sambandi við avtøku av Landsbankanum , forskattingina og flatskattalættan.
  • Sagt ósatt fyri Løgtinginum – men onga avleiðing.

Manglandi nýskipanir:

  • Ongin fiskivinnunýskipan.
  • Ongin heilsunýskipan.
  • Ongin skúlanýskipan.
  • Ongin nýskipan av miðfyrisiting.
  • Ongin pensjónsnýskipan – bert tvungin uppsparing og søguliga stór pensjónsskattahækking.

Latið okkum saman seta nýggja og savnandi kós

Tjóðveldi vil seta kós móti einum sjálvbjargnum Føroyum, seta í verk mennandi nýskipanir og fremja ein politikk, ið er til fyrimuns fyri alt fólkið – bæði okkum sum her eru, okkara børn og komandi ættarlið. Les hvussu her: http://www.tjodveldi.fo/?page_id=90

Latið okkum saman tryggja, at alarmerandi avrikslistin ikki gerst longri. Vel eina nýggja og savnandi kós fram móti einum sjálvbjargnum Føroyum – og at endurreisa álitið á landsins leiðslu.
Hetta ber til við tínum stuðli 1. september.

Kristina Háfoss
Løgtingsvalevni fyri Tjóðveldi