Fólkaflokkurin lumpar – tí 30% skattur er ein skattahækking fyri láglønt!

30 procent

Fólkaflokkurin roynir at lumpa láglønt við einum skattalætta, ið als ikki er ein lætti til tey. Tvørturímóti. Lands- og kommunuskatturin hjá eini mánaðarligari inntøku á 15.000 kr. um mánaðin og minni er longu lægri enn 30%.

Landsskatturin er í dag 20% og kommunuskatturin ymiskur. Um størsta kommunan verður nýtt sum dømi, so er kommunuskatturin har 20,25%. MEN har er botnfrádráttur, tvs. at fólk rinda ikki landsskatt av teimum fyrstu 65.000 kr., og heldur ikki kommuskatt av teimum fyrstu 30.000 kr. Samanlagdi skatturin hjá einum, ið fær 15.000 kr. um mánaðin er tí 29,7%. Og øll við inntøku undir hetta, rinda enn lægri skatt. Hevur tú børn og barnafrádráttir liggur skattaprosentið sjálvandi enn lægri, og skalt tú tá enn longur upp í inntøku, áðrenn tú rindar 30% í skatti. Fólkaflokkurin roynir tí at lumpa láglønt, tá hann fráboðar, at tey fáa ein lætta við 30% í skatti. Og hvussu vil Fólkaflokkurin tryggja, at øll við somu inntøku rinda 30% skatt, tá kommunuskatturin er so ómetaliga ymiskur? Skal landsskatturin so vera ymiskur frá borgara til borgara?

Hava hækkað pensjónsskattin úr 35% upp í 40%
Fráboðanin hjá Fólkaflokkinum er eisini beint øvugt av førda pensjónsskattapolitikkinum seinastu 4 árini. Pensjón er tín løn eftir at tú ert farin av arbeiðsmarknaðinum. Henda lønin verður nú skattað munandi harðari enn áðrenn henda samgongan tók við. Tí í sambandi við forskattingina av pensjónum, hækkaði samgongan pensjónsskattin søguliga nógv – og innførdi samstundis eina 100% flatskattaskipan, tá umræður pensjónsskatt. 40% frá fyrstu pensjónskrónu, uttan mun til um tú hevur lága ella høga pensjón. Hevur tí ómetaliga lítið trúvirði at tosa um 30% skatt til láglønt, tá Fólkaflokkurin júst hevur hækkað pensjónsskattin – eisini hjá lágløntum – upp í 40%.

Stórt hall hjá landskassanum – ikki yvirskot!
Tað er eisini ein roynd at lumpa fólk, tá Fólkaflokkurin ferð eftir ferð sigur, at tey hava vent halli til yvirskot. Og at 1/3 av hesum yvirskoti kann nýtast sum fígging av skattalætta. Tí landskassin hevur, hóast søguliga góðar tíðir, framhaldandi stórt hall. Sambært fíggjarlógini 140 mió. kr. Og verður hædd tikin fyri, at inntøkuførdar verða umleið 280 mió. kr. av forskattaðum pensjónum í ár, so er veruliga hallið um 420 mió. kr. í ár, og harvið størri enn tá henda samgongan tók við í 2011 (var tá hallið 322 mió. kr.). Nú inntøkuvøkstur er, er tó at vóna, at halli verður minni enn væntað í ár. Men Fólkaflokkurin vísir aftur og aftur á, at samgongan longu hevur skapt eitt landskassayvirskot, hóast talan er um tøl í yvirskipaðum fíggjarkørmum fyri 2016, og at ein komandi samgonga tí skal fáa tað til, at bera til í eini veruligari fíggjarlóg. Og hyggja vit nærri at hesum fíggjarkørmum hjá samgonguni, so er talan um 150-200 mió. kr. í ógreinaðum sparingum og nýggjum tilfeingisinntøkum. So at tosa um, at samgongan hevur vent halli til yvirskot er at siga eina søgu, ið ikki er sonn.

Vóni og vænti ikki at føroyingar fara at lata seg lumpa – einaferð enn.

Tað má vera eitt minstakrav til eina stjórn, at tú kanst hava álit á tí, ið sagt verður.

Kristina Háfoss
Løgtingskvinna og valevni fyri Tjóðveldi