Skatturin skal lækkast hjá lág- og miðalløntum

Skeiva býtið av flatskattalættanum

Lønarskatturin er ov høgur, serliga hjá lág- og miðalløntum. Hesin skal tí lækkast, og tað fara vit at gera, koma vit í stjórn eftir valið. Seinastu 4 árini hava verandi samgonguflokkar bert givið tí partinum av føroyingum, ið hava hægru inntøkurnar ein lætta. Samgongan hevur sagt, at ráð ikki hevur verið til, at lata tí partinum av føroyingum, ið hava lægru inntøkurnar, ein lætta – hóast ráð varð at lata hinum partinum samanlagt 330 mió. kr. í skattalætta. Hetta hevur økt munin millum tað, ið láglønt hava eftir at liva fyri, og tað, ið hálønt hava eftir at liva fyri, munandi – og hevur harvið eisini økt ójavnan í samfelagnum. Hetta er sjálvandi ein grundleggjandi skeiv kós. Lág- og miðallønt áttu sjálvandi eisini fingið lut í skattalættanum.

Mynd: Skeiva býtið av flatskattalættanum

Kelda: Hagstova Føroya, H.P.Strøm. Flatskattalættin til fólk við inntøku omanfyri 60.000 kr. árliga.

Láglønt higartil bert fingið pensjónsskattarokning
Meðan hálønt hava fingið upp í 7000 kr. mánaðarliga í skattalætta, so hava fólk við inntøku á 300.000 kr. og minni lítlan og ongan skattalætta fingið. Verður hædd samstundis tikin fyri, at samgongan – sum part av flatskattalættanum – hevur sent øllum føroyingum eina søguliga stóra pensjónsskattarokning, við at hækka pensjónsskattin úr 35% upp í 40% frá fyrstu krónu, so eru tað í veruleikanum bert hægru inntøkurnar, ið hava fingið gagn av sokallaða flatskattinum. Og tey lágløntu hava í veruleikanum verið við til at fíggja ein skattalætta, ið tey ongan lut fingu í. Ófatiligt.
Neyðugt er at lækka skattin hjá lág- og miðalløntum – í samstarvi við kommunurnar. Harvið gerst skattastigin eisini meira stigvaksandi – tvs. at láglønt rinda lutfalsliga minni í skatti enn hálønt – uttan at skatturin hækkar fyri nakran.

Vøkstur og nýskipanir fíggja skattalætta
Vit vilja fremja ein politikk, ið skapar framburð, vøkstur og bjartar framtíðarvónir. Hetta vil geva øktar inntøkur til land og kommunur. Vit vilja eitt nú fáa fleiri fríhandilssáttmálar og betri marknaðaratgongd, so vit kunnu virðisøkja okkara tilfeingi meira, og harvið økja inntøkurnar. Tað skal gerast lættari at verða íverkseti, og eisini vilja vit fremja ein málrættaðan vinnupolitikk og eina fiskivinnunýskipan, ið fer at geva bæði vinnuni og samfelagnum eitt størri og meira burðardygt avkast. Hartil vil eitt javnari býti av virðum landsins og ein skattalætti til lág- og miðallønt økja privatu nýtsluna, og geva avleiddar inntøkur til land og kommunur. Hetta gevur alt inntøkuvøkstur, ið partvíst skal nýtast til at fíggja ein skattalætta til lág- og miðallønt  – og partvíst skal nýtast til, at menna okkara samfelag, at rinda skuld og røkka einum sjálvbjargnum og haldførum búskapi.

Latið okkum fara til verka sum skjótast. Hetta kunnu vit gera saman – við tínum stuðli 1. septembur.

Kristina Háfoss
Løgtingskvinna og valevni fyri Tjóðveldi