Námsfrøðilesandi tikin sum gíslar – finnið eina loysn nú!

IMG_3625

Tað er alt annað enn nøktandi, at semja framhaldandi ikki er funnin í málinum um lønarviðurskifti í samband við starvslæru hjá námsfrøðilesandi. Úrslitið er, at okkara námsfrøðilesandi ikki fáa møguleika at fara í starvslæru. Hetta hevur nú verið støðan í eina tíð, og hevur gingið út yvir lesandi undanfarna ár og aftur í ár.

Nú má og skal semja finnast millum Fíggjarmálaráðið og Pedagogfelagið. Sum skilst hevur Fíggjarmálaráðið ongan áhuga víst fyri at loysa hetta málið. Hetta líkist ongum.

Tí tað gongur ikki at lesandi framhaldandi verða tikin sum gíslar í hesum máli.
Finnið eina loysn sum skjótast!

Kristina Háfoss
Løgtingskvinna og valevni fyri Tjóðveldi