Barnafamiljuvinarligar Føroyar

Tinganes-mynd-2

Í Føroyum er gott at búgva og vaksa upp – hjá teimum allar flestu. Her er tó nógv, ið vit eiga at gera betur fyri okkara børn og fyri barnafamiljurnar.

1 ára barsil
Verandi barsilsskipan skal betrast, soleiðis at møguligt verður, at vera heima hjá barninum í 1 ár við løn. Hartil eigur skipanin eisini at gerast meira fleksibul, so foreldrini eisini fáa møguleikan, at samanseta barsilstíðina soleiðis sum tey sjálvi ynskja. T.d. 1½ ár við samsvarandi niðursettum barsilsgjaldi.

Fleiri leigubústaðir og fleiri grundstykkir
Bústaðarútreiðslan er millum tær størstu í einum húsarhaldi, og neyðugt er, at munandi fleiri leigubústaðir verða tøkir til rímiligan kostnað, so øll kunnu fáa eitt heim uttan at skula seta seg í ovurstór lán. Hetta kann gerast í samstarvi við Bústaðir. Eisini hevði verið ynskiligt, at allar kommunur kundu bjóðað teimum, ið ynsktu at byggja egin hús, grundstykki til lágan kostnað. Hetta hevði lætt ómetaliga nógv um hjá familjunum, og hevði hildið kostnaðin á samlaðu húsabyggingini og á privatum grundstykkjum niðri.

Hækka loftið fyri fríplássi
Eiga at endurskoða – í samráð við kommunurnar, ið hava ábyrgd av økinum – inntøkuloftið fyri, nær tú fært frípláss í barnagørðum. Um inntøkuloftið varð hækkað, hevði hetta lætt munandi um hjá barnafamiljum við lægri inntøkum.

Ongin skal liva í fátækradømi
Staðfest er, at tað tíverri eru fleiri barnafamiljur, ið liva undir fátækramarkinum. Hetta er óneyðugt í einum av heimsins ríkastu londum – Føroyum. Skulu sum skjótast fáa dagført lóggávuna, soleiðis at familjur, ið hava tørv á eini hjálpandi hond fáa hesa.

Barnagarðar og fólkaskúlin styrkjast og samskipast
Týðandi partur av degnum hjá okkara børnum er í barnagørðum og í skúlanum. Samstundis er stórt trýst á bæði barnagarðar og fólkaskúlan í hesum døgum. Neyðugt er at taka stig til, at betur samskipan verður millum barnagarðar og fólkaskúlan, ikki minst viðvíkjandi seinasta árinum, áðrenn barnið fer í skúla. Eisini eigur at tryggjast, at tað undir ongum umstøðum verða færri starvsfólk í mun til barnatalið, enn tað longu er, í barnagørðunum. Í fólkaskúlanum eru fleiri viðurskifti, ið kunnu betrast, eitt nú fleiri tímar til tey, ið hava serligar avbjóðingar, minni pappírsarbeiði til lærarar, og størri frælsi til lærarar og skúlaleiðslur at skipa arbeiðið úti í skúlunum. Fólkaskúlalógin eigur sum heild at verða endurskoðað.

Børnini eru okkara framtíð
Vit skulu geva okkara børnum og barnafamiljum so góðar møguleikar sum møguligt, at røkka teirra dreymum. Hartil vita vit eisini, at framtíðin hjá Føroyum í stóran mun er heft at, at børn, ung og barnafamiljur trívast í Føroyum. Tí við verandi fólkasamanseting fara vit frá at vera 4 á arbeiðsmarknaðinum fyri hvønn pensjónist, niður í 2 á arbeiðsmarknaðinum fyri hvønn pensjónist. Henda gongdin má og skal sjálvandi broytast, og hetta gera vit eitt nú við, at fáa enn fleiri ung og barnafamiljur, at velja Føroyar sum landið har tey vilja liva og virka – og við at skapa einar enn meira barnafamiljuvinarligar Føroyar.

Kristina Háfoss
Løgtingskvinna og valevni fyri Tjóðveldi