Avtakið uttanríkispolitisku avmarkingarlógina !

forsíða_roynd

Betur seint enn ongantíð. Tað er gott, at teir flokkar, sum so avgjørt vildu seta uttanríkispolitisku heimildarlógina í gildi í 2005 – hóast ótalligar ávaringar og stór mótmæli – nú í samband við fólkatingsvalið 2015 siga seg taka undir við avtaka ella broyta uttanríkispolitisku heimildarlógina.

Orsøkin er, at uttanríkispolitiska heimildarlógin var størsta afturstig Føroya á sjálvstýrisleið í nýggjari tíð.

Skrumblaðu avgerandi lóg ígjøgnum – eisini tá

Lógin varð løgd fyri Løgtingið beint fyri summarsteðgin í 2005 av ABC-samgonguni millum Fólkaflokkin, Javnaðarflokkin og Sambandsflokkin. Endamálið tykist vera at skunda lógirnar ígjøgnum uttan nakra serstaka viðgerð millum føroyingar, í fjølmiðlunum og heldur ikki á Løgtingi. Og hetta er væl skilligt um ynskt varð at fáa hesa ígjøgnum, tí talan var um lógaruppskot, ið fór at verða til skaða fyri Føroya Løgting, Føroya land og Føroya fólk. Viðgerðin líktist manglandi viðgerðini av pensjónsforskattingini og flatskattinum í desember 2011.

Krav um grundlógarbroyting – ein álvarsom framtíðar forðing

Í viðmerkingunum til lógina stendur m.a.: ”Det ville derfor forudsætte en grundlovsændring, hvis Færøerne statsretligt skulle have adgang til på egne vegne at handle i mellemfolkelige anliggender”. Tað er óskiljandi, at Løgtingið valdi at góðtaka, at neyðugt er við danskari grundlógarbroyting um Føroyar skulu hava sjálvstøðugan uttanríkispolitikk. Sjálvt serfrøðingar innan danskan statsrætt høvdu annars, fram til nýggja lógin varð samtykt, ikki mett tað verða neyðugt við danskari grundlógarbroyting, um Føroyar gerast fullveldisríki og fremja sjálvstøðugan uttanríkispolitikk.

Við hesi staðfesting í uttanríkispolitisku heimildarlógini hava Fólkatingið og Løgtingið, ikki bert forðað fyri sjálvstøðugum føroyskum uttanríkispolitikki, men helst eisini óbeinleiðis staðfest, at neyðugt verður við danskari grundlógarbroyting áðrenn Føroyar kunnu gerast sjálvstøðugt land. Um so verður, krevst serstøk donsk fólkaatkvøða, fólkatingsval umframt samtykt frá tveimum fylgjandi Fólkatingum. Hetta kann koma at leggja stórar forðingar í vegin fyri Føroyar í framtíðini.

Danmark og ES felags uttanríkispolitikk

”Der vil dog kunne tænkes også fremover at opstå tilfælde, hvor Danmarks deltagelse fuldt ud er dækket af EU, og hvor Kongeriget Danmark for så vidt angår Færøerne derfor vil kunne optræde som en selvstændig part i medfør af fuldmagten.” Tvs. at tá Danmark verður umboðað av ES í altjóða høpi, skulu Føroyar ikki umboða seg sjálvar (tí til tess krevs sambært lógini grundlógarbroyting) men ”Kongeriget Danmark for så vidt angår Færøerne”. Hetta er ein fullkomiliga óskiljandi og óvirðilig støða at seta føroyingar í. Sjálvsagt skulu føroyingar tá sjálvir umsita uttanríkispolitikk Føroya og umboða Føroyar, ikki ”Kongeriget Danmark”, í altjóða høpi.

Tá danir kunnu lata ES umsita danskan uttanríkispolitikk, so kunnu danir sanniliga eisini lata føroyingar umsita føroyskan uttanríkispolitikk – uttan grundlógarbroyting.

”Kongeriget Danmark er ét folkeretssubjekt – én stat”
” Såvel statsretligt som folkeretligt er Kongeriget Danmark ét folkeretssubjekt.”
”Danmarks Riges Grundlov forudsætter, at Kongeriget Danmark er ét folkeretssubjekt (én stat).”
”Aftaler, som indgås i medfør af § 1, betegnes som aftaler mellem enten ”Kongeriget Danmark for så vidt angår Færøerne” eller ”Kongeriget Danmark for så vidt angår Færøerne og Grønland”. Disse betegnelser viser, at Færøernes landsstyre henholdsvis Færøernes landsstyre og Grønlands landsstyre handler på hele rigets vegne og ikke som et selvstændigt folkeretssubjekt.”
Harvið verður fleiri ferðir og so dyggiliga staðfest, at føroyingar ikki eru tjóð við veruligum sjálvsavgerðarrætti sambært fólkarættinum. Ófatiligt at hetta nakrantíð er góðtikið, og eigur lógin at verða sett úr gildi sum skjótast.

Ein røð av forðingum

Samanumtikið ásetir uttanríkispolitiska heimildarlógin eina røð av forðingum og avmarkingum fyri føroyingar. Onnur dømi eru hesi brot úr viðmerkingunum:

a) ”at lovforslaget ikke begrænser udenrigsministerens og de danske myndigheders udenrigspolitiske kompetence for så vidt angår Færøerne – og bevarer fuldt ud beføjelserne efter grundloven til at føre forhandlinger og indgå folkeretlige aftaler både for riget som helhed og for enkelte rigsdele”

b) ”Regeringen vil også fortsat skulle forhandle og indgå aftaler, der finder anvendelse for Færøerne, i en lang række tilfælde, ikke mindst multilaterale aftaler om sundhed (WHO), fødevarer (FAO), kultur (UNESCO) m.fl.”

c) ”det vil normalt være Kongeriget Danmark, der er medlem af den pågældende organisation, og medlemskabet vil også dække Færøerne.”

d) ”ikke gælder for folkeretlige aftaler, der forhandles inden for en international organisation, som Kongeriget Danmark er medlem af.”

e) ”…der vil ikke være tale om en egentlig overladelse af beføjelser til at handle i mellemfolkelige anliggender. Regeringen vil derfor fortsat have udenrigspolitisk kompetence også i de anliggender, der omfattes af en bemyndigelse til det færøske landsstyre.

Sjálvt heimastýrislógin gevur fleiri møguleikar

Føroyar hava í áravís gjørt avtalur við onnur lond, eitt nú innan fiskivinnu- og handil. Eisini hava Føroyar eitt nú atlimaskap í altjóða felagsskapi undir ST (IMO). Hartil kemur, at sjálvt grein 8 í heimastýrislógini, ið viðvíkir uttanríkispolitikki Føroya, hevur nógv fleiri møguleikar og hevur munandi færri avmarkingar enn nýggja uttanríkispolitiska heimildarlógin. Hví góðtaka og fasthalda eina lóg, ið er nógvar ferðir meira avmarkandi enn siðvenja okkara og enn sjálvt heimastýrislógin ?

Samanumtikið kann staðfestast, at heimildarlógin:

– staðfestir at Føroyar eru undir donsku grundlógini, og eru partar av danska eindarríkinum,
– ásetir at Føroyar ikki kunnu samráðast vegna Føroyar, bert vegna kongaríkið,
– staðfestir, at tað í danska kongaríkinum (Føroyar, Grønland og Danmark) bert er ein tjóð,
– ásetir nógvar fleiri ítøkiligar treytir og bindingar enn verandi heimastýrisskipan,
– staðfestir enntá, at Føroya Løgting bert hevur ”regeludstedende kompetence”, ið er ”delegeret” frá ”lovgivningsmagten”,
– ikki gevur møguleika fyri nøkrum sum helst nýggjum, ið ikki kann verða framt við øðrum lógum og umsitingarligum avtalum.

Tjóðveldi vil avtaka uttanríkispolitisku heimildarlógina

Uttanríkispolitiska heimildarlógin er í veruleikanum ein innanríkispolitisk avmarkingarlóg.
Alt tað, ið stríðst hevur verið fyri á sjálvstýrisleið seinastu mongu áratíggini verður í lógini gjørt til onkis, og er rættarstøða Føroya munandi verri við uttanríkispolitisku heimildarlógini enn áðrenn henda varð sett í verk. Tí hevur Tjóðveldi fleiri ferðir lagt fyri Løgtingið lógaruppskot at avtaka uttanríkispolitisku heimildarlógina. Samgongan hevur noktað at taka undir við hesum hvørja ferð.

Men nú tykist breið semja vera um at avtaka lógina ella munandi broyta hesa. Eftir er, at gera orð til gerð.
Kanska flokkarnir fara at lurta betur eftir ráðum frá Tjóðveldi næstu ferð ?

Kristina Háfoss
Fólkatingsvalevni og løgtingskvinna fyri Tjóðveldi