Danir røkja donsk áhugamál – ikki føroysk

150614 Heiðra fótbóltslandsliðnum á Vaglinum - 1

Skulu vit røkja føroysk áhugamál, so eru tað vit sjálvi, ið mugu og skulu gera tað. Seinastu dagarnar hava vit einaferð enn sæð í verki, at so er. Tí danir røkja sjálvandi donsk áhugamál – ikki føroysk.

Danskir politikarar: Nei til føroyska grundlóg
Seinasta dømið er fráboðanin úr danska Fólkatinginum – sum er ein endurstaðfesting av tí sama, ið danska stjórnin hevur fráboðað áður – at danskir myndugleikar ikki fara at góðtaka, at Føroyar samtykkja egna grundlóg. Hetta hendir hóast partarnir eru vælvitandi um, at allir flokkar á Løgtingi ynskja at seta í verk eina føroyska grundlóg (stjórnarskipan), og at føroysku flokkarnir eru sera nær við, at røkka semju um eina føroyska grundlóg.
Hetta dømið vísir, at danir røkja donsk áhugamál – ikki føroysk.

Helle og Sea Shepherd
Eisini legði danski statsministarin herfyri út mynd av sær og Sea Shepherd umboði á síðu sína. Hetta verður sjálvandi uppfatað sum, at danski statsministarin fegin vil setast í samband við henda felagsskapin. Tí er tílík myndatøka og útlegging av myndini ikki væl umhugsað – serliga nú valstrið er? Statsministarin er síðan komin út við fráboðan um, at hon stuðlar føroyingum tá umræður rættin til grindadráp. Men myndin og útlegging av hesi sigur nakað um, hvussu langt er millum føroysk áhugamál á einu síðuni – og hugsanir og áhugamál á donsku Christiansborg hinumegin. Og hvat hevði danski statsministarin gjørt, um ES kravdi at Føroyar steðgaði grindadrápi? Úrslitið finna vit helst við at hyggja at “Makrelstríðnum”.

Makrelstríðið – DK boykottaði Føroyar
Í “Makrelstríðnum” millum Føroyar og ES endaði málið við, at Danmark – saman við ES – boykottaði Føroyar. Eisini vóru fleiri partar og sterk áhugamál í donsku pelagisku vinnuni, ið arbeiddu ímóti føroysku áhugamálunum og føroyska kravinum um størri makrelkvotu.
Hetta var enn eitt dømi um, at danir røkja donsk áhugamál – ikki føroysk.
Tað er tó onki løgið í tí, at danir røkja donsk áhugamál. Tí hví skuldu teir ikki tað?

Bert føroyingar røkja føroysk áhugamál
Vit skulu hinvegin gera okkum púra greitt, at skulu føroysk áhugamál røkjast, so er tað av føroyingum.
Hóast hetta so lata vit í dag stóran part av lóggávu Føroya til danska Fólkatingið at taka støðu til. Uttanríkismál, verjumál, útlendingamál, dómstólar og løgregla eru millum málini, ið enn eru á donskum hondum.
Vit í Tjóðveldi vilja gera tað vit kunnu fyri, at fáa avgerðarrættin fult og heilt úr Fólkatinginum, og heim til Løgtingið og føroyingar. Avgerðin um hetta skal tó sjálvandi takast í Føroyum, men til henda avgerð er tikin, skulu føroysku fólkatingsumboðini støðugt virka fyri og vera á varðhaldi fyri, at øll mál, ið hava týdning fyri føroyingar og Føroyar, verða avgjørd av Løgtinginum.
Tí danir røkja donsk áhugamál – ikki føroysk.

Kristina Háfoss
Valevni til Fólkatingið fyri Tjóðveldi