Eru Sjúrður og Edmund longdi armurin hjá Jørgen og Kaj Leo ?

150202 Kavamynd úr Løgtinginum 1

Eri grundleggjandi ósamd við Sjúrðuri Skaale í, hvat endamálið er við fólkatingsumboðanini.

Fólkatingsumboðini skulu sjálvandi arbeiða til frama fyri teimum málum, ið tey áðrenn valið siga seg vilja arbeiða fyri. Hetta er at virða veljaran, og hetta er at virða fólkaræðið.

Hinumegin vísir Sjúrður Skaale í grein – ið er aftursvar til grein hjá undirritaðu – á, at hansara og Javnaðarfloksins mál er, at “virða føroyska fólkaræðið”, og at hetta verður gjørt við, at tey fara “ikki á Fólkatingi at arbeiða ímóti meirilutanum Føroya Løgtingi – hóast vit eru ósamd við henda meiriluta.”

Javnaðarflokkurin ikki ímóti blokkhækking

Í verki merkir hetta, at fólkatingsumboð Javnaðarfloksins ikki fer at atkvøða ímóti málum, ið samgongan hjá Jørgen og Kaj Leo hava ynskt at fremja og leggja fyri Fólkatingið.

Ítøkiliga hava vit í valskeiðnum eisini sæð, at bæði Sjúrður og Edmund valdu ikki at atkvøða ímóti, at Fólkatingið hækkaði ríkisveitingina til Føroyar, eftir ynski frá samgongu og landsstýrinum. Og hvar gongur so markið? Hevði Javnaðarflokkurin á Fólkatingi heldur ikki atkvøtt ímóti eini blokkhækking á heilar 200 mió. kr., ið var tað, ið landsstýrið royndi at fáa donsku stjórnina at góðtaka ?

Hesum hevði eitt fólkatingsumboð fyri Tjóðveldi arbeitt og atkvøtt ímóti – sjálvandi!

Javnaðarflokkurin ikki ímóti ES-regluverki

Nýliga hendi eitt líknandi mál aftur. Hóast álvarsamar ávaringar, eitt nú frá fremstu løgfrøðingunum í miðfyrisitingini, so valdu Sjúrður og Edmund – eins væl og meirilutin á Løgtingi – heldur ikki at atkvøða ímóti, at seta í verk umfatandi og ógjøgnumskygdar ES-reglur fyri part av føroyska fíggjargeiranum. ES-reglur, ið sjálvt landsstýrið ikki kendi fulla innihaldið og avleiðingarnar av. Samstundis var í lógini valt at flyta part av lóggávuvaldi Løgtingsins til danskan ráðharra, við at geva hesum heimild til framyvir, við kunngerð, at seta í verk ES-reglur í Føroyum.

Eisini hesum hevði eitt fólkatingsumboð fyri Tjóðveldi sjálvandi atkvøtt ímóti.

Tjóðveldi ímóti uttanríkispolitisku avmarkingarlógini – sjálvandi!

Ítøkiliga nevndir Sjúrður Skaale eisini í síni grein, at “Tá Uttanríkispolitiska heimildarlógin varð sett í verk, var tað sambært avgerðini hjá einum greiðum meiriluta á Løgtingi. Men málið skuldi eisini gjøgnum Fólkatingið. Og vita tit hvat? Flokkurin hjá Kristinu atkvøddi ÍMÓTI!”

Ja, sjálvsagt. Skuldu vit atkvøtt fyri hesi, fyri Føroyar skaðandi lógini, bara tí aðrir flokkar gjørdu tað? Nei, sjálvandi ikki. Tað er og verður óskiljandi at nakar føroyskur politikari tók undir við hasi avmarkingarlógini. Tí uttanríkispolitiska heimildarlógin er og verður ein lóg, ið avmarkar møguleikarnar hjá Føroyum, at umboða okkum sjálvi úti í heimi.
Tíbetur tala allir flokkar á Løgtingi nú fyri, at fáa avtikið ella munandi broytt lógina, tí henda hevur ikki verið til fyrimuns fyri Føroyar – tvørturímóti.

Við Tjóðveldi veitst tú hvat tú fært

Fólkatingsumboðið er eitt politiskt umboð, ikki ein sendimaður hjá landsstýrinum.
Sum heild skilji eg tí als ikki, at ein flokkur kann bjóða seg fram til at fara á Fólkating, at fremja politikkin hjá øðrum flokkum. Hetta gerst jú veruleikin, um fólkatingsumboðið skal vera eitt slag av longdum armi hjá tí til eina og hvørja tíð sitandi landsstýri – sum í løtuni stýrt av Jørgen og Kaj Leo.

Hesum taka vit í Tjóðveldi ikki undir við. Vit fara at fremja tjóðveldispolitikk – á Løgtingi eins væl og á Fólkatingi – sjálvandi.

Kristina Háfoss
Fólkatingsvalevni og løgtingskvinna fyri Tjóðveldi