Er Javnaðarflokkurin á Fólkatingi ósamdur við Palme ?

tjodveldi_logo

Tað gevur als onga meining, tá umboð Javnaðarfloksins á Fólkatingi sigur, at tað – í samband við fólkatingsvalið – er neyðugt at velja millum hugsjónir ELLA úrslit. Hetta er tað sama sum, at tú fert á eina ferð, uttan at vita hvaðar tú ætlar tær. Tað gevur heldur onga meining. Í hvørtfall ikki um ætlanin er, at hava ein politikk, ið røkkur longur enn eina viku ella eitt ár.

Neyðugt er sjálvandi, at hava politikk og fremja úrslit, ið røkka inn í framtíðina.

Politikkur er grundaður á hugsjónir, og tí skulu tey, ið umboða føroyingar á Løgtingi, eins væl og á Fólkatingi, sjálvandi hava hugsjónir við sær á ting. Grundað á hugsjónina, verður roynt at røkka úrslitum og málum, soleiðis at hugsjónin og virðini í hesi verða gjørd til veruleika – til frama fyri alt fólkið.

Á ein hátt er hugsjónin eitt slag av kumpass. Hon vísir altíð veg, hóast tað ofta er trupult at síggja nakra greiða kós í tí politiska meldrinum.

Hugsjónin er eisini eitt slag av vekt, ið kann nýtast til at viga allar politiskar avgerðir á.

Undangongumaðurin Olof Palme, ið m.a. var formaður í svenska Javnaðarflokkinum, var í stóran mun ein hugsjónarmaður. Millum mongu niðurstøður hansara var henda: “Í somu løtu teir sokallaðu praktisku mennirnir seta til síðis hugsjónir og virðir á tí politiska pallinum, er vegurin lagdur til forfall av fólkaræðinum”.

Er Javnaðarflokkurin ósamdur í hesum, og vil Javnaðarflokkurin á Fólkatingi veruliga umboðast av einum “praktiskum manni” ?

Kristina Háfoss
Fólkatingsvalevni og løgtingskvinna fyri Tjóðveldi