Samband við fortíðina

Undir slagorðunum ”Samband við framtíðina” fór Sambandsflokkurin til løgtingsval við lyftinum um, at gera føroyingar enn meira heftar av donskum veitingum við at hækka blokkin við 200 mió. kr. Slagorðini ”Samband við fortíðina” høvdu helst hóskað betur. Blokkhækking – frá óveruligum vallyfti til samgongutreyt Hugsaði tá, at hetta var eitt óveruligt átak frá Sambandsflokkinum, ið varð gjørt fyri at tiltala …

Nýskapandi føroyskan eftirskúla – nú !

Nú er nokk tosað. Tíðin er komin til, at vit seta á stovn ein nýskapandi føroyskan eftirskúla. Ung í Føroyum Í dag eru nógv ung, ið fara uttanlands á eftirskúlar á hvørjum ári. Orsøkirnar til, at hesi fara á eftirskúla eru nógvar og fjøltáttaðar. Úrvalið av eftirskúlum uttanlands er stórt, og kunnu tey ungu velja sær eftirskúlar, ið serliga varpa …

Ófullfíggjað og óverulig fíggjarlóg

Hevði veruliga ikki trúð at grundleggjandi broytingar í okkara skatta- og pensjónsskipanum fóru at verða skrumblaðar ígjøgnum uttan neyðuga viðgerð og uttan samráð við eitt nú við partarnar á arbeiðsmarknaðinum. Men so verður. Vit hava nú fingið fíggjarlógaruppskot landsstýrisins og síggja nú politikkin hjá verandi samgongu í praksis. Talan er sum heild um ein stuttskygdan og ófullfíggjaðan politikk. Samgongan valt …