Ja til tjóðskaparrødd – Nei til sambands-ES-røddir

150529 Tjóðra tjóð

Tvey føroysk fólkatingsumboð, ið bæði eru fyri føroyskum ES-limaskapi og eru ímóti at skipa Føroyar sum sjálvstøðugt land, umboða føroyingar á Fólkatingi í dag. Hetta umboðar als ikki føroyingar sum heild, og er ikki til gagns fyri Føroyar. Vit skulu sjálvandi hava tjóðskaparrødd á Fólkating. Ikki leggja okkum út í donsk mál Fólkatingsumboðini skulu eisini bert viðgera og ávirka tey …

Løgmaður rennur undan ábyrgd

So hendið tað aftur. Løgmaður noktar at svara spurningi frá løgtingsfólki. Hesuferð í málinum um tey átøk, ið skulu til, fyri at fáa Oyggjaleikirnar heim til Føroya aftur. Hetta hendir enntá, hóast Løgmaður varar av føroyskum ítrótti. Og hóast Løgmaður er vitandi um, at skal eydnast at fáa Oyggjaleikirnar til Føroya, so mugu landsstýrið og politiska skipanin vera týðandi partar …

Oyggjaleikirnar aftur til Føroya

Tíðin er komin til, at fáa Oyggjaleikirnar aftur til Føroya. 1989 var árið, tá Oyggjarleikirnir vóru í Føroyum fyri fyrstu og higartil einastu ferð. Hetta var eitt stórt og stórfingið tiltak, ið eisini skapti stórar ringar í vatninum bæði ítróttarliga, fíggjarliga og samfelagsliga. 26 ár eru nú farin framvið síðan, og hóast Føroyar hava staðið seg sera væl á nógvum …

Skulu verja starvsfólk, ið rópa varskó

Hví vil samgongan ikki, at starvsfólk skulu kunna kenna seg trygg við at varskógva? Hví vil landsstýrið, at bankar skulu hava varskógvaraskipan, men ikki almenn arbeiðspláss? Og hví velur samgongan – eisini í hesum máli – at vera eftirbátur, heldur enn undangonguland? Ber til at finna bara eina haldgóða grundgeving fyri, hví vit ikki skulu hava eina varskógvaraskipan fyri starvsfólk …

Øll skulu hava lut í okkara felags virðum

Sitandi høgrastjórn tykist tíverri at hava gloymt part av fólkinum. Nú alheims fíggjarkreppan er við at hæsa av, og vit samstundis eru ríkað við stórum mongdum av uppisjóvarfiski og blómandi alivinnu, má tíverri staðfestast, at stórur partur av fólkinum í Føroyum als ikki fær lut í hesi framgongd. Hetta vilja vit broyta. Vit í Tjóðveldi gera tí nú enn eina …

Ábyrgd av egnum landi og fólki – hví ikki ?

140917-Stórt-YES-skelti-til-Yes-tiltak

Hósdagin skulu skotar taka støðu til, um Skotland skal gerast sjálvstøðugt land aftur. Fyri 68 árum síðan – í 1946 – valdu føroyingar at Føroyar skuldu gerast sjálvstøðugt land. Tann avgerðin varð tó skúgvað til viks. Enn bíða vit. Nú eisini eftir nýggjari fólkaatkvøðu. Ofta hoyra vit spurningin: Einar sjálvstøðugar Føroyar – hví tað ? Hetta er tó ein spurningur, …

Nú er nokk bíðað – styrkið og samskipið tænastur nú !

Styrkin hjá einum samfelag verður – sum kunnugt – mett eftir, hvussu dugnaligt samfelagið er til, at taka sær av teimum, ið hava størst tørv á eini hjálpandi hond. So er eisini í Føroyum. Hóast ávís framstig hava verið seinastu mongu árini, so eru fetini tíverri ov smá og sein, og gingið verður ov ofta í ring. Neyðugt er, at …

Fíggjarmálaráðharri á skeivari kós

-413 mió. kr. Hetta gjørdist úrslitið hjá landskassanum í 2013, vísir nýggi landsroknskapurin. Fíggjarlógin fyri 2013 ásettið annars, at úrslitið skuldi gerast -243 mió. kr. Veruliga úrslitið gjørdist sostatt 170 mió. kr. verri enn fíggjarlógin. Hartil kemur, at áðrenn samgongan tók við í 2011 var úrslit landskassans -322 mió. kr., og var tá batnað 2 ár á rað. Men hóast …

Frá ríkisfundi til samstarvsfund millum javnbjóðis lond

So var árligi ríkisfundurin aftur á skránni. Hesuferð í Føroyum. Hesin átti heldur verið ein samstarvsfundur millum javnbjóðis lond, men so er ikki í dag. Heldur enn at virka fyri hesum, so boðar føroyski stjórnarleiðarin frá, at heitt verður á donsku stjórnina um at hækka blokkin til føroyingar við 100 mió. kr. Samstundis hava boðini frá grønlendska stjórnarleiðaranum til donsku …

Fara kommunurnar at lata seg lumpa ?

Eldraøkið skal skipast væl og í tryggar karmar sum skjótast. Í alt ov nógv ár, hevur hetta stóra og týðandi øki verið ein kastibløka millum land og kommunur, og hevur ógreiða ábyrgdarbýtið fingið skyldina fyri, at økið ikki er ment nøktandi og rætt seinastu mongu árini. Veruleikin er, at landið hevur havt høvuðsábyrgdina av økinum, og heldur enn at átaka …