Fólkaflokkurin ímóti at yvirtaka útlendingamál – 6 ferðir

IMG_7189

Nú valevni hjá Fólkaflokkinum gera vart við, at hesin flokkur vil heimtaka ábyrgdina av útlendingaøkinum, so er ómetaliga torført at taka hetta í álvara. Tí bara í hesum valskeiðnum – tvs. seinastu 4 árini – hevur Fólkaflokkurin atkvøtt 3 ferðir ímóti lógaruppskoti frá m.ø. Tjóðveldi, at heimtaka ábyrgdina av útlendingaøkinum. Og hyggja vit longur aftur, so hevur Fólkaflokkurin atkvøtt minst …

Búskapartølini, ið samgongan ikki vísir tær …

Mynd I

Tað eru langt frá øll búskapartøl, ið samgongan velur at upplýsa um, nú val er í hondum. Her eru nøkur av teimum tølum, ið samgongan ikki vil vísa tær. Seinastu árini hava vit havt søguliga góðar fyritreytir fyri, at venda búskaparligu gongdini, og fáa yvirskot og haldføri aftur í føroyska landshúsarhaldið. Altjóða rentan hevur verið metlág, lágir oljuprísir, nýtt milliardavirði …

Góði útiseti

Løgtingið 2015

Nú kanst tú – ið ert lesandi uttanlands – vera við til at avgera, hvørt vit skulu halda áfram við verandi stjórn í landinum, ella um vit skulu hava nýggja stjórn og nýggjan politikk. Men hesin møguleikin kemur ikki av sær sjálvum. Tú mást senda eina umsókn um valrætt til ta kommunu í Føroyum, ið tú hevði bústað í áðrenn …

Lat tína atkvøðu gera mun – vel eitt tjóðveldisumboð

tjodveldisumbod_a_folkating

Ert tú ein av mongu føroyingunum, ið ynskir, at føroysk áhugamál á Fólkatingi verða røkt av øðrum umboðum enn teimum núverandi? So er valið einfalt. Vel eitt tjóðveldisumboð. Tí hóast nógvir flokkar eru í at velja, so er veruleikin tann, at til fólkatingsvalið skulu bert 2 umboð veljast. Tað eru tí bert teir 2 flokkarnir, ið gerast allar størstir, ið …

Danir røkja donsk áhugamál – ikki føroysk

150614 Heiðra fótbóltslandsliðnum á Vaglinum - 1

Skulu vit røkja føroysk áhugamál, so eru tað vit sjálvi, ið mugu og skulu gera tað. Seinastu dagarnar hava vit einaferð enn sæð í verki, at so er. Tí danir røkja sjálvandi donsk áhugamál – ikki føroysk. Danskir politikarar: Nei til føroyska grundlóg Seinasta dømið er fráboðanin úr danska Fólkatinginum – sum er ein endurstaðfesting av tí sama, ið danska …

Tú og E á Fólkatingi…

Kristina_uttanfyri_tinghúsið

Tú kanst avgera, hvørji umboð skulu røkja føroysk áhugamál á Fólkatingi. Hvør einasta atkvøða er avgerandi. Bjóði meg fram at umboða teg á Fólkatingi vegna Tjóðveldi (listi E). Við okkum veitst tú hvat tú fært. Hesi eru míni og okkara lyfti, um tú og E fara á Fólkating: 1. Føroyingar røkja best føroysk áhugamál Sjálvandi røkja føroyingar best áhugamál føroyinga. …

Føroyar eru ikki til sølu

Kristina

Føroyar eru millum ríkastu lond í heiminum. Pr. íbúgva helst tað ríkasta – um vit bert gagnnýttu okkara tilfeingi til fulnar. Fólkatingssessurin skal als ikki nýtast til, at fáa so nógvar danskar kekkar til Føroya sum møguligt, og heldur ikki til hækking av blokkinum. Hetta er óvirðiligt, óneyðugt og setir Føroyar í ringt ljós – Føroyar eru ikki til sølu. …

Avtakið uttanríkispolitisku avmarkingarlógina !

forsíða_roynd

Betur seint enn ongantíð. Tað er gott, at teir flokkar, sum so avgjørt vildu seta uttanríkispolitisku heimildarlógina í gildi í 2005 – hóast ótalligar ávaringar og stór mótmæli – nú í samband við fólkatingsvalið 2015 siga seg taka undir við avtaka ella broyta uttanríkispolitisku heimildarlógina. Orsøkin er, at uttanríkispolitiska heimildarlógin var størsta afturstig Føroya á sjálvstýrisleið í nýggjari tíð. Skrumblaðu …

Eru Sjúrður og Edmund longdi armurin hjá Jørgen og Kaj Leo ?

150202 Kavamynd úr Løgtinginum 1

Eri grundleggjandi ósamd við Sjúrðuri Skaale í, hvat endamálið er við fólkatingsumboðanini. Fólkatingsumboðini skulu sjálvandi arbeiða til frama fyri teimum málum, ið tey áðrenn valið siga seg vilja arbeiða fyri. Hetta er at virða veljaran, og hetta er at virða fólkaræðið. Hinumegin vísir Sjúrður Skaale í grein – ið er aftursvar til grein hjá undirritaðu – á, at hansara og …

Er Javnaðarflokkurin á Fólkatingi ósamdur við Palme ?

tjodveldi_logo

Tað gevur als onga meining, tá umboð Javnaðarfloksins á Fólkatingi sigur, at tað – í samband við fólkatingsvalið – er neyðugt at velja millum hugsjónir ELLA úrslit. Hetta er tað sama sum, at tú fert á eina ferð, uttan at vita hvaðar tú ætlar tær. Tað gevur heldur onga meining. Í hvørtfall ikki um ætlanin er, at hava ein politikk, …