Føroyska málið má og skal uppraðfestast

Screen Shot 2015-08-17 at 11.55.58 PM

Tað er eitt bragd at vit hava okkara egna mál her í Føroyum. Kring allan heim eru hópurin av málum horvin, men okkara er varðveitt og ment, hóast sera trupul kor søguliga. Men ikki bert søguliga, tí okkara føroyska mál hevur eisini stórar avbjóðingar í hesum døgum. Nýggju miðlarnir og atgongdin til vitan og undirhald umvegis alnót, sjónvarpsrásir, spøl v.m. …

Skulu verja starvsfólk, ið rópa varskó

IMG_1410

Hví vilja samgonguflokkarnir ikki, at starvsfólk skulu kunna kenna seg trygg við at varskógva? Hví vil landsstýrið, at bankar skulu hava varskógvaraskipan, men ikki almenn arbeiðspláss? Og hví velur samgongan – eisini í hesum máli – at vera eftirbátur, heldur enn undangonguland? Ber til at finna bara eina haldgóða grundgeving fyri, hví vit ikki skulu hava eina varskógvaraskipan fyri starvsfólk …

Minnist tú alarmerandi avrikslistan?

Í-Tinganesi-2011

Valið 1. september verður eitt tað mest avgerandi nakrantíð. Tí valið stendur í stóran mun millum at halda áfram við verandi samgongu, ið hevur framt ein tann mest sambandssinnaða og ósosiala politikkin nakrantíð – ella eina nýggja og savnandi kós fyri land og fólk. Listin yvir alarmerandi átøkini hjá hesi samgonguni – millum Fólkaflokkin, Sambandsflokkin og Miðflokkin – er langur. …

Fólkaflokkurin lumpar – tí 30% skattur er ein skattahækking fyri láglønt!

30 procent

Fólkaflokkurin roynir at lumpa láglønt við einum skattalætta, ið als ikki er ein lætti til tey. Tvørturímóti. Lands- og kommunuskatturin hjá eini mánaðarligari inntøku á 15.000 kr. um mánaðin og minni er longu lægri enn 30%. Landsskatturin er í dag 20% og kommunuskatturin ymiskur. Um størsta kommunan verður nýtt sum dømi, so er kommunuskatturin har 20,25%. MEN har er botnfrádráttur, …

Bústaðir, bústaðir, bústaðir!

Bústaðir

Ovurstórur tørvur er á fleiri leigubústøðum í Føroyum. Tað er tí alneyðugt at fáa til vega fleiri leigubústaðir til ein kostnað, ið fólk megna at rinda – og bústaðir, ið nøkta tann ymiska tørvin, ið er. Bústaðir til ung Okkara ungu, ið flyta heimafrá ella flyta heim aftur til Føroya eftir lestur uttanlands, mugu og skulu hava møguleika at leiga …

Skatturin skal lækkast hjá lág- og miðalløntum

Skeiva býtið av flatskattalættanum

Lønarskatturin er ov høgur, serliga hjá lág- og miðalløntum. Hesin skal tí lækkast, og tað fara vit at gera, koma vit í stjórn eftir valið. Seinastu 4 árini hava verandi samgonguflokkar bert givið tí partinum av føroyingum, ið hava hægru inntøkurnar ein lætta. Samgongan hevur sagt, at ráð ikki hevur verið til, at lata tí partinum av føroyingum, ið hava …

Námsfrøðilesandi tikin sum gíslar – finnið eina loysn nú!

IMG_3625

Tað er alt annað enn nøktandi, at semja framhaldandi ikki er funnin í málinum um lønarviðurskifti í samband við starvslæru hjá námsfrøðilesandi. Úrslitið er, at okkara námsfrøðilesandi ikki fáa møguleika at fara í starvslæru. Hetta hevur nú verið støðan í eina tíð, og hevur gingið út yvir lesandi undanfarna ár og aftur í ár. Nú má og skal semja finnast …

Barnafamiljuvinarligar Føroyar

Tinganes-mynd-2

Í Føroyum er gott at búgva og vaksa upp – hjá teimum allar flestu. Her er tó nógv, ið vit eiga at gera betur fyri okkara børn og fyri barnafamiljurnar. 1 ára barsil Verandi barsilsskipan skal betrast, soleiðis at møguligt verður, at vera heima hjá barninum í 1 ár við løn. Hartil eigur skipanin eisini at gerast meira fleksibul, so …